Hesa vikuna liggur ?Radio Nowhere? við Bruce Springsteen sum nr. 1 á 15 teimum bestu. Lagið ?Radio Nowhere?, sum er flutt fýra pláss upp hesa vikuna, er av nýggjastu fløguni ?Magic? hjá Bruce Springsteen. Fløgan er tann fyrsta, sum hann hevur gjørt saman við E Street Band síðan 2002, har hann gav fløguna ?The Rising? út. Jon Landau, ið er umboðsmaður fyri Springsteen segði um hesa fløguna: - ?Magic? er ein energisk rokkfløga. Hon er løtt á fótum og sera væl spæld av Bruce og E Street Band. Hon hevur nógv at siga og er sera undirhaldandi. Hetta er triðju ferð, at Bruce arbeiðir saman við Brendan O?Brien og teirra samarbeiði er eisini her sera væleydnað.
563.000 ?Magic?-fløgur vórðu seldar longu fyrstu vikuna.
Svenski bólkurin Kent er eisini fluttur fýra pláss upp hesa vikuna við lagnum ?Ingenting?, meðan James Blunt fekk eitt 3. pláss við lagnum ?1973?.









