Fyri at kunna um broytingarnar skipaði HSF og Hondbóltsdómarafelagið fyri skeiðum kring landið fyrst í september.
Hondbóltsdómarafelagið boðar nú frá, at nýggju reglurnar verða praktiseraðar »frá fyrsta bríksli«.
- Í stuttum kann sigast, at endamálið við broytingunum er at gera hondbóltin minni vandamiklan og at fáa positivari hugburð í sjálvt spælið - og ikki minst í umhvørvið rundan um tað, sigur Hondbóltssambandið í tíðindaskrivi.
Broytingarnar eru m.a hesar.:
1. At óregluligt spæl og óregluligur atburður verða sektað ? uttan mun til, um talan er um hending í fyrsta minutti ella seinasta minutti. Tað vil siga eingin ?progressiv uppbygging?, sum tað eitur í dómaramáli. Hetta er bæði galdandi fyri vandamikið spæl og t.d. at brúka seg móti dómaranum við kjaftasliti ella keipum.
2. At skumpa ella halda leikara, sum hevur opnan málmøguleika, t.d. í skjótálopi ? ella í lopi av veinginum, verður harðari revsað enn áður.
3. At tað ikki er loyvt at gera virknar ?skreeningar?, t.d. at brúka endan ella at gera seg breiðan.
4. At tað er ikki loyvt at fasthalda strikuspælara. Ætlar strikuspælarin at flyta seg, er ikki loyvt at halda honum.
5. At velur málmaðurin at fara út um málfeltið eftir bóltinum, setir hann seg í stóran vanda fyri at fáa reytt kort, um leikari t.d. rennur í hann.
6. Fyrr var brotskast fyri yvirtraðk, um verjuleikari bara hevði lítlan part av fótinum í málfeltinum. Nú skal verjuleikarin standa við báðum fótum inni í málfeltinum fyri at dømast kann brotstkast fyri yvirtraðk. Endamálið er at flyta fokus frá yvirtraðki til hart og vandamikið spæl. Við øðrum orðum, at dómararnir hava minni fyri neyðini at hava eyguni eftir yvirtraðki og tí fáa betri umstøður at hyggja eftir t.d. vandamiklum spæli.
7. Tá ið dómarin lyftir hondina upp fyri drál, skulu leikararnir sleppa at koyra ætlaða álopsskipanina at enda - ella beinanvegin broyta álopsskipan. Spurningurin er tá ikki um tal av sendingum.
8. Fyri at geva skrivarunum og tíðtakarunum betri sømdir, er økið, sum venjarin hevur at arbeiða í, sonevnda ?couchingzonan? flutt longri burtur frá dómaraborðinum. Hondbóltsdómarafelagið undirstrikar, at eingin dystur verður floytaður ígongd fyrr enn nýggju avmerkingarnar av ?couchingzonuni? eru gjørdar til fulnar.
Leinkjur til fleiri upplýsingar eru at finna á http://www.hsf.fo










