Broyttur dagligdagur

Tórshavnar Havn hevur gjørt íløgur fyri tvær milliónir í trygd sum fylgjur av 11. september. Higartil hevur tað einamest ávirkað størri skipini, men verður tosað um, at eisini fiskiskip koma undir munandi harðari treytir

Yvirgangsatsóknirnar 11. september fingu sera stóran tðdning fyri at kalla alt, ið kann setast í samband við trygd. Eisini føroyskar havnir hava merkt, at harðari treytir verða settar teimum. Tórshavnar havn er kanska tað staðið í Føroyum, har fylgjurnar innan økt trygdartiltøk síggjast einabest.
Fyrsti ábendinar um, at dagligdagurin sjálvt hjá havnum í Norðuratlantshavi var broyttur eftir 11. september skuldi síggjast rættiliga skjótt.
? Tað fyrsti, vit varnaðust, var, at fólk týðuliga høvdu lítlan hug at ferðast. Hetta sást í sambandi við Cruise skipini, sigur Jónsvein Lamhauge, havnameistari.
Síðani eru Cruise ferðafólk aftur vorðin fleiri í tali. Men fleiri rembingar eru gjørdar á trygdarøkinum.
Beinleiðis fylgjur
Altjóða felagsskapurin fyri skipaferðslu hjá ST IMO - International Maritime Organization, har Føroyar eru limir - fór skjótt til verka eftir 11. september. Nðggjar og munandi strangari trygdarásetingar vórðu orðaður. Hin 1. juli í ár vórðu nýggju ásetingarnar endaliga innsettar hjá Tórshavnar havn.
? Tað er eingin ivi um, at tær nýggju trygdarreglarnir eru ein beinleiðis fylgja av yvirganginum 11. september, sigur Jónsvein Lamhauge.
Nýggju trygdarkrøvini umfata ferðafólkaskip og farmaskip størri enn 500 bruttotons í altjóða sigling. Har verður hildið eftirlit við, at óviðkomandi fólk ikki kunnu fara umborð ella koma í samband við skipini. Eisini verður sperrað við landgongdina og vaktarhald fyri-skipað, tá stór ferðamannaskip eru á vitjan hjá Tórshavnar havn.
Havnafólk og onnur hava óivað mest langt merki til broytingar í sambandi við, at tað nú er avsperrað við Eystaruvág, og tað er ikki so líkatil at spáka við tey stóru skipini.
? Fólk hava verið von við, at tey høvdu frítt at fara, og tað eru tað kanska fleiri, ið sakna. Men soleiðis eru reglurnar, og tær mugu vit fylgja, sigur Jónsvein Lamhauge.
Trygdarátøkini hjá Tórshavnar havn hava kostað um tvær milliónir krónur í alt. Fyri hesar pengarnar eru økt vaktarhald, avsperring og venjing av ymsum slag. Vaktarhald er allan sólarringin við upptøkutólum.
Tórshavnar havn býtir rakstrarkostnaðin av økta vaktarhaldinum við skipafeløgini, sum hava sítt virksemi á Eystaru bryggju.
Eisini aðrar føroyskar havnir hava verið noyddar at styrkja um vaktar og økja um trygdina. Havnameistarin í Runavík, Jákup Lamhauge, sigur, at tey í Runavík hava nýtt nakrar hundraðtúsund til økta trygd. Tað er serliga í sambandi við inn-hegning. Enn er upptøkutól sett upp í Runavíkar havn, men tað kann koma upp á tal, og tað inniber eina íløgu upp á fleiri hundrað túsund krónur.
Meting
Tórshavnar havn verður eins og aðrar havnir váðamett. Tórshavnar havn hevur saman við ráðgevara og myndugleikum staðið fyri sínari egnari váðameting. Í Danmark hava fleiri lutfalsliga smáar havnir gramt seg um, at tað eru váðamettar alt ov ovarlaga.
? Vit meta tað verða lítil váði í Havn, sigur Jónsvein Lamhauge, sum ikki heldur tað vera nakra stórvegis orsøk at óttast terror hjá Tórshavnar havn.
Fiskiskip takast við
Verður hugt longur fram í tíðina kann væntast, at eisini fiskiskip verða merkt av strongu trygdarkrøvunum. Jónsvein Lamhauge sigur, at tað verður í løtuni tosað nógv um í altjóða høpi at víðka strongu trygdarkrøvini til eisini at umfata fiskiskip og skip undir 500 bruttotons. Hetta vil eftir øllum at døma broyta vanligu siðvenjuna í hesum sambandi munandi.
Men enn er bert talan um tos. Verður tað viðtikið sum altjóða reglur, so mugu føroyskir myndugleikar uttan iva eisini fylgja hesum treytum.