Broyttar mannagongdir

Torbjørn Jacobsen fer mikudagin at spyrja løgmann, Jóannes Eidesgaard, hvussu tað ber til, at mannagongdirnar viðvíkjandi landsstýrisfundum eru broyttar.
Løgtingsmaðurin vísir á, at sambært heimasíðuni hjá Landsstýrinum, er mannagongdin fyri landsstýrisfundir broytt nakað, síðani Jóannes Eidesgaard loysti Anfinn Kallsberg av.
Torbjørn Jacobsen vísir á, at tað er týðandi at fáa at vita, hvør orsøkin er til broytingar í umsitingarligum mannagongdum, og spyr samstundis hvørt løgmaður heldur, at broytingarnar eru í samsvar við stýrisskipanarlógina.
Tí spyr tingmaðurin, hvør orsøkin er til, at løgmaður hevur broytt mannagongdina fyri, hvørji mál skula viðgerðast á politiskum landsstýrisfundi. Og serliga hugsar tingmaðurin um ásetingina hjá løgmanni um, at tá ið einstøk fiskiloyvir skula latast eiga hesi mál at verða løgd fyri politiskan landsstýris-fund.
-jm