Evropeiski Miðbankin, ECB, kunngjørdi í dag, at hann hevur gjørt av at varðveita verandi rentu, sum er 1,0 prosent, hóast tey búskaparligu útlitini í evruøkinum sum heild eru versnað ta seinastu tíðina.
Eygleiðarar vísa á, at avgerðin hjá bankanum er tikin, samstundis sum hann hevur sýtt fyri at rætta Spania eina hjálpandi hond við at keypa fleiri sponsk lánsbrøv.
Danski tjóðbankin lækkaði rentuna í síðstu viku, so hon nú er 0,5 prosent, og so lág hevur danska rentan ongantíð verið fyrr.










