Fosturtøkulógin er gomul og ótíðarhóskandi, og hesum evni vendi Kringvarp Føroya í útvarpssending fyri fáum vikum síðan. Í útvarpsstovuni sótu Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, Andreas Petersen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Eftir drúgt kjak um evni, segði tjóðveldiskvinnan, at tíðin er komin til at leggja nýtt uppskot fyri tingið, sum skal gera fosturtøkulóggávuna meir tíðarhóskandi. Enn hevur einki verið at frætt um nýggja uppskotið.
- Vit eru nakrar kvinnur í tinginum, sum hava prátað um at leggja eitt uppskot fyri tingið, sum skal broyta fosturtøkulóggávuna. Vit vita, at nakrir menn eru fyri einum tílíkum uppskoti, og skulu tískil finna ein máta at fáa málið samtykt. Tí áðrenn vit leggja uppskotið fram, vilja vit hava undirtøku frá í minsta lagi 17 tinglimum, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Hon sigur, at uppskotið ikki verður av nøkrum hesa tingsetuna, men at arbeitt verður fram ímóti at fáa uppskotið lagt fyri tingið í komandi tingsetu.
- Hugburðurin millum tingfólk er broyttur. Kanningin hjá útvarpinum vísti, at 20 mannligir tingmenn ynskja eina liberalisering í fosturtøku lóggávuni. Nú skulu vit so finna ein veg at gera eitt uppskot, sum er hóskandi. Hetta er eitt eymt evni, og mann skal ansa væl eftir hvussu mann fer fram í hesum máli, sigur Annita á Fríðriksmørk.