Granskarar, sum halda eyga við ísbjarnunum har norðuri í Alaska og Kanada, hava varnast, at bjarnirnar eru farnar at eta hvør aðra.
-Hetta er fyrstu ferð, at vit hava sæð hetta tey 24 árini, vit hava hildið eygað við ísbjarnunum í Alaska, siga teir amerikonsku granskararnir. Tað sama siga teirra kanadisku starvsfelagar, sum hava fylgt við ísbjarnunum í Norðurkanada í meiri enn 30 ár.
Granskararnir siga, at kallbjarnir kunnu drepa hvør aðra í bardaga um eina kvennbjørn, men teir hava ongantíð sæð, at ein bjørn hevur dripið eina aðra og etið hana. Men síðani 2004 hava teir sæð fýra tilburðir, har ein bjørn hevur dripið eina aðra og síðani etið hana. Í tí eina førinum leyp ein kallbjørn á eina kvennbjørn, sum júst hevði lagt. Kallbjørnin drap kvennbjørnina og át hana, men ikki hvølparnar, sum kortini doyðu.
Amerikonsku og kanadisku granskararnir eru ikki í iva um, hví ísbjarnir eru farnar at eta hvør aðra. Veðurlagsbroytingarnar hava havt við sær, at ísurin á havleiðunum við Alaska og Norðurkanada er minkaður nógv tey seinastu árini, og tað ger tað trupult hjá ísbjarnunum at finna føði, tí vanliga liva tær av kópi, sum tær taka á ísinum.
Amerikanskir umhvørvisverndarfelagsskapir hava leingi hildið uppá, at tann minkandi ísurin í póløkinum fer at hava við sær, at ísbjørnin fer at doyggja út innan aldarskiftið.