Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at avgerð var tikin fyri eini tíð síðan at minka nevndina í felagnum.
Tað vórðu sjey limir í nevndini upprunaliga, men nú er hon minkað niður í fimm limir. Orsøkin er fyrst og fremst ein lægri arbeiðsbyrða.
- Nevndin hevði ein øgiliga stóra arbeiðsbyrðu at byrja við, tá fíggingin skuldi fáast uppá pláss. Talan er jú um 2.6 milliardir, sum skuldu samráðast um, so tað var nógv at gera. Tað var í veruleikanum eitt fulltíðar arbeiðið hjá summum í nevndini tað tíðina tá samráðst var um fíggingina, sigur Henrik Old.
Farin úr nevndini eru Gunnvá S. á Lofti, Christian Danielsen og Petur Alberg Lamhauge. Komin í teirra stað er Gudmund Mortensen.
Nýggja nevndin í tunnilsfelagnum sær soleiðis út:
Bergur Poulsen, formaður.
Evy Jacobsen, næstforkvinna.
Ewald Kjølbro, nevndarlimur.
Marita Hentze, nevndarlimur.
Gudmund Mortensen, nevndarlimur.
Henrik Old sigur, at talan hevur ikki verið um ónøgd við nevndina og tað er ikki tí, at hon er minkað.
- Tvørurímóti, so hava vit verið ógvuliga væl nøgd við nevndina, sum hevur gjørt eitt gott arbeiði.
Hann sigur, at síðan fíggingin kom uppá pláss, er aktiviteturin eisini minkaður nakað. Tí var avgerð tikin um, at nevndin kundi minka við tveimum umboðum. Løgmaður hevði eisini givið boð um, at tað skuldi sparast har tað kundi í nevndarsessum. Henrik Old sigur, at hóast hann ikki hevði fingið boð um at júst henda nevnd skuldi spara pening, so var ein møguleiki at gera tað alíkavæl.
- Við at minka nevndina við tveimum limum, spara vit 12.000 krónur um mánaðin í nevndarsamsýningum, tí eitt vanligt nevndarumboð fær 6000 krónur um mánaðin, sigur Henrik Old.