EIN onnur orsøk til hesa skeivu gongd er tann manglandi førleikin hjá okkara løgtingi at hava eftirlit við umsitingini. Nú sær út til, at tingformaðurin er farin undir eina umskipan av tingarbeiðinum og tingumstøðunum. Hettar er gott og treingir til.
FYRSTA stigið er at gera tingmenn til tingmenn burturav. Síðan vóna vit, at hann fer í holt við eftirlitsskipaninar, ið skulu verja borgaran ímóti »bureaukrainum«. Her eru fleiri økir at taka upp. Landsstýrismálanevndin má fáast at virka og fáa smidligari arbeiðsumstøður enn nú. Tað kann ikki vera rætt, at hvør lítil kanning har skal kosta fleiri hundrað túsund krónur. Løgtingsgrannskoðararnir mugu fáa greitt arbeiðsøki. Kanska hesar báðar nevndirnar kundu kastað saman? Løgtingsins umboðsmaður má koma - ongantíð ov skjótt.
TANN almáttuga Tinganesumsitingin tykist hava óavmarkaðar møguleikar til rættarsakir, so vanligi borgarin, um hann fer til rættarskipanina, fer á heysin, áðrenn hann hevur fingið viðhald í einum rættarsali. Fáa vit løgtingsins umboðsmann so verður rættartrygdin hjá borgaranum styrkt og betri javnvág í okkara stýrisskipan. Umboðsmannaskipanin eigur so sjálvandi at fáa umsitingarmyndugleika yvir verandi kærustovnum viðvíkjandi skatti og almanna málum. Í løtuni eru hesir óheftu stovnar á lønarlistanum hjá teimum, ið tey viðgera kærur um. Hettar kann vera óheppið.
SAMANUMTIKIÐ má sigast, at tað er gott fyri demokratiið, um løgtingið nú tekur sær um reiggj og fær betri balansu ímillum lóggevandi og útinnandi vald. Tað treingir til.