Leygardagin hevði Svimjisamband Føroya árliga aðalfundin. Sum partur av skránni var sjálvsagt val av nevndarlimum, og í mun til undanfarnu árini varð talan um hampuliga nógvar broytingar.
Katrin Joensen, sum hevur verið í arbeiðinum kring føroyska svimjing í drúgt tíðarskeið, hevur seinastu fýra árini verið formaður, men hon ynskti ikki at halda fram í sessinum. Nýggjur formaður er Palli Ziskason úr Klaksvík.
Eisini Oluffa á Høvdanum, sum annars ikki stóð fyri vali, bar seg undan at halda fram í nevndini. Tí varð neyðugt at velja nýggjan lim, og gjørdist hesin Helgi á Fløtti av Argjum. Nýggjur eykalimur í nevndini er Heri Mortensen úr Vági.
Nevndin í Svimjisambandinum er nú hendan. Palli Ziskason, formaður, Eli Stakksund, Helgi á Fløtti og Heri Mortensen, eykalimur.