Broytingar skulu stuðla spælaramenningini

Kappingarnevndin hjá FSF hevur nú gjørt uppskot til reglugerð, sum skal geva yngru spælarunum fleiri dystir
Høvuðssetningurin er at forða fyri, at spælarar verða »læstir« á beinkinum á besta liðnum hjá einum felag.
Í dag er støðan ofta tann, at ungir spælarar sita nógv á beinkinum, tá Formula-bóltur verður spældur sunnudag. Hetta ger, at teir ikki kunnu vera í hópinum, sum spælir við t.d. 1. deild leygardag, og tí verður dystarvenjingin ofta sera avmarkað hjá hesum spælarum.
Nýggja reglan gevur spælarum undir 21 ár loyvi at spæla tveir dystir eitt og sama vikuskifti. Líknandi regla hevur í fleiri ár verið fyri málverjar, sum kunnu spæla leygardag og sita á beinkinum sunnudag.
Í viðmerkingunum, sum formaðurin í Kappingarnevndini hevur sent feløgunum, verður sagt:
»Við hesum uppskoti, fer tað t.d. at bera til hjá leikarum undir 21, at leika dyst leygardag við 1. deildarliðnum, og allíkavæl vera við í hópinum á Formulaliðnum, og sostatt verða við á beinkinum sum eykaleikari sunnudag - og í fall tørvur er á tí, leika við. Sama er galdandi fyri fyri 2. deild. T.d. ber tað til at koma inn sum eykaleikari á Formulaliðið, og leika víðari við 2. deildarliðnum beint eftir Formuladystin.«