Klaksvík: Klaksvíkar Kommuna arbeiðir við at leggja nýggj rør í tann eldra partin av býnum. Nú er arbeiðið, sum byrjaði fyri einum ári síðani á parkeringsøkinum niðanfyri kirkjuna, komið niðan á Selheygg. Í fjør summar arbeiddu teir frá Kommunubrekkuni og niðan til Selheygg, síðani varð farið omanum kirkjuna.
Kommunan leggur nýggja kloakk og avlastning, harundir er eitt rør til reint vatn og eitt til skitið vatn. Tað verður óneyðugt hjá húsarhaldunum í hesum økjunum at hava rottanga, tí at alt skal fara oman í reinsiverkið á Sandinum. Teir leggja eisini nýggja vatnleiðing. Harumframt leggja teir eisini fipurkabilin hjá Føroya Tele. Nýggj gøtuljós skulu eisini gerast.
Hetta arbeiðið er sera trupult, og tekur langa tíð, so tað er ongin tíðarætlan løgd.
Harafturat hava teir flutt garðar fyri at breiðka vegin og gera eitt parkeringsøki á Selheyggi. Selheyggur er annars kendur fyri at vera sera vandamikil, tí hann er so høgur, so hugsanin hjá kommununi er at fara undir at lækka hann, tá ið líður móti sumri.










