Klaksvík: Útvarpslurtarar í Klaksvík hava framvegis trupulleikar av, at útvarpsrásirnar órógva hvørja aðra og ikki altið hoyrast nóg væl.
Hesin trupulleikin kann bert loysast, um antin Útvarp Føroya ella Lindin flyta pláss á FM-bandinum.
Teinurin millum Lindina og Útvarpið skapar ein sokallaðan speglfrekvens, sum órógvar á mest sum øllum FM-bandinum, og skal hesin trupulleikin loysast til fulnar, má annar sendarin hava nýggjan frekvens.
? Vit hava biðið um ein frekvens og fingið ein tillutaðan. Tí kenna vit okkum púra ósek í hesum, men vit vóna, at trupulleikarnir kunnu loysast lagaliga, sigur Preben Hansen, nevndarformaður í Lindini.
Antennan kann ikki brúkast
Útvarpstrupulleikarnir í Klaksvík byrjaðu, tá Lindin fór at senda, men tað er ikki sendarin hjá Lindini, sum hevur skuldina av órógvinum.
Sendarin lýkur øll krøv og er í fínasta lagi, men galið er við frekvensinum, sum varð latin rásini.
? Sendarin og antennan hjá okkum á Brúnaskarði eru gjørd til frekvensin 105 MHz. Sendarin kann stillast, men tað ber ikki til at gera nakað við antennuna. Hon kann bara senda við hesum frekvensinum, sigur Preben Hansen.
Tí kemur tað illa við hjá Lindini, um hon skal flyta frekvens í Klaksvík. Tað merkir, at antennan fyri 20.000 krónur kann ikki brúkast har.
Flytast til Suðuroyar
Men tað er ein loysn fyri framman, tí Lindin ætlar sær eisini at senda í Suðuroy. Lindin fær í næstum gávu frá felagsskapinum KARISMA upp á 130.000 krónur, sum skulu brúkast til sendara í Suðuroy.
Um Lindin kann senda á 105 MHz í Suðuroy ístaðinfyri í Klaksvík, kann antennan á Brúnaskarði flytast suður.
Síðani kann nýggj antenna ? sum undir øllum umstøðum skuldi keypast til Suðuroynna ? umbiðast til Klaksvíkar og fara undir at senda á nýggjum frekvensi, sum ikki órógvar.
Kedd av órógvinum
Bæði Fjarskiftiseftirlitið og Lindin hava fingið klagur úr Klaksvík seinastu vikurnar.
? Vit eru sera kedd um, at hetta órógvið er komið, men vit hava einki fingið gjørt við tað. Fólk hava ringt til okkum og kært seg, men vit hava roynt at greitt teimum frá, hví trupulleikarnir eru íkomnir, sigur Preben Hansen.
? Vit eru sinnað at flyta frekvens fyri at fáa eina loysn, men vit vóna samstundis at sleppa undan fíggjarligum tapi av hesum, tí hetta er ikki okkara skuld, sigur hann.
Fjarskiftiseftirlitið arbeiðir við at loysa trupulleikarnar og ætlar, at ein endalig loysn skal finnast sum skjótast.
Men helst mugu klaksvíkingar liva við trupulleikunum eina tíð afturat, tí tað tekur nakað av tíð at fáa nýggjan antennu til landið og setta upp.