Men restin av skránni fyri fríggjakvøldið verður flutt til hinar pallarnar í kvøld.
Bert konsertirnar við Eivør og Amason vóru eftir á sandinum í kvøld, nú náttúrukreftirnar valdu at lata stóra pallin aftur, og tí er tað avmarkað hvørjar broytingar vera, men konsertin hjá Amason verður flutt á Spæliplássið, meðan Analogik, ið skuldi spæla á Spæliplássinum verður flutt á minna pallin í fjósinum.
Skráin fyri restina av kvøldinum sær soleiðis út:
Hackney Colliery Band fara á, so skjótt sum teir eru klárir.
Kl. 00:50 fer Analogik á pallin í Fjósinum.
kl, 01:40 fer Amason á pallin á Spæliplássinum
Grundin koyrir sum fyrr lýst.