Bæði Lee cCulloch og Gary O’Connor hava leikbann, meðan bæði Scott Brown og Alan Hutton eru úti við skaða. Hinvegin hevur sterki miðvallarin, Darren Fletcher, meldað ser kláran til dystin. McLeish ivast tó ikki í, at spælararnir á beinkinum eru klárir til dystin móti Georgia. – Eg havi ikki sagt spæalrunum, hvør byrjar inni í dystinum móti Georgia, men allir spælararnir kundu havt byrjað inni móti Ukraina, og júst tað sama er galdandi til dystin í morgin.