Mjørki hevur darvað flogferðsluna í dag, og tað hevur við sær, at broytingar eru gjørdar í skránni fyri G! Festivalin í kvøld.
Grønlendski bólkurin Nanook, sum skuldi spæla í kvøld, er ikki komin til landið enn, og framførslan hjá teimum er tí flutt til í morgin kl. 15.05 á Spæliplássinum.
Í kvøld kl. 19.10 spæla Black Crow Kings og kl. 19.40 spæla Dead Beat Punx á Spæliplássinum.










