Landsstýrismaðurin boðaði sjálvur tinginum frá, at vinnumálaráðið fer at koma við nøkrum broytingaruppskotum í ferðslulógini.
Tey eru farin í holt við at fyrireika eitt royndarkoyrikort til tey ungu, og í tí sambandinum eina stigaskipan, har um ein fremur eitt brot á ferðslulógina, so antin missir ella fær ein so og so nógv stig, sum um ein heldur fram at bróta lógina, endar við, at ein missir koyrikortið.
? Vit hava ikki endaliga tikið avgerð um eitt ávíst stigatal verður tillutað bilføraranum, og um hann so missir øll stigini tá missir koyrikortið. Ella um vit seta eitt hámark fyri, hvussu nógv stig ein kann fáa, áðrenn koyrikortið verður tikið. Men tað gongur út upp á tað sama, greiðir landsstýrismaðurin frá.
Hendan skipanin verður nýtt í nógvum londum rundan um okkum, og nú er Vinnumálaráðið sum sagt farið í gongd við hetta eisini.
Eisini er ein nýggj kunngerð fyri koyrikort á veg, sum fer av álvara at stramma upp í krøvunum um at fáa koyrikort ? bæði hvat viðvíkur teori og koyring.
Í hesi kunngerð er onki krav um eina hálkubreyt, men har stendur, at innan fyri eitt ár eftir, at kunngerðin er komin í gildi, skulu næmingarnir koyra á einum lukkaðum øki. Ella við øðrum orðum í einum grulvugarði. Og harafturat hava tey sett sær fyri at kanna og útgreina møguleikarnar fyri einum koyritekniskum øki. Tað vil siga eina hálkubreyt ella líknandi, har næmingar kunnu venja seg at koyra uttan at órógva ferðsluna.
Promillan til umhugsan
Í Null hugsjónini verður mælt til, at promillumarkið verður lækkað niður í 0,2 %. Hetta hevur vinnumálaráðið ikki tikið endaliga støðu til enn, men landsstýrismaðurin sigur, at tað umhugsa tey í løtuni.
? Null hugsjónin eru nógv tilmæli, sum eru løtt at føra út í lívið, har ímillum promillumarkið, so tað hugsa vit um. Tað verður kanska ikki í ár, men tað taka vit so í øllum førum undir við, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at fyri tveimum árum síðani setti Vinnumálaráðið sær sum mál at broyta alla ferðslulógina. Men í dag ásannar hann, at tað helst var ein ov stórur biti at gloypa.
? Vit meta tað er betur at broyta lógina stigvíst, har Null hugsjónin er endamálið enn at taka alla lógina í einum, sigur hann.
Gott orðaskifti
Bjarni Djurholm sigur, at Null hugsjónin hevur sera mong tilmæli, og tískil var nógv at ríva í undir orðaskiftinum á tingi.
Men hann sigur, at allir flokkar á tingi hava áhuga fyri hesum, og tí var orðaskiftið bæði gott og uppbyggjandi.
Men samstundis so ásannar landsstýrismaðurin, at óansæð hvat skal gerast, so skal orka og peningur til. Serliga við atliti til landsverkfrøðingin og broytingar í vegakervinum.