Broytingar í fólkaskúlalógini

TíÐindaskriv

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur ætlanir um at fremja broytingar í Fólkaskúlalógini við gildi frá 1. august 2006 at rokna.

Høvuðsbroytingarnar eru hesar:
Byrjanarundirvísingin í enskum verður flutt niður í 3. flokk.
Setanin av lærarum verður løgd út til skúlaleiðar-arnar.
Skúlastýrisvalini verða hildin samstundis sum bý-/bygdaráðsvalini.
Viðvíkjandi enskum
Broytingarnar í enskum snúgva seg um at flyta ensktundirvísingina niður í 3. og 4. flokk. Enska málið er ein týdningarmikil samskiftislykil í alheimsgerðingini. Harafturat eru flestu børn kunnug við enskt mál, áðrenn tey fara í skúla. Tað kann tí tykjast nakað rangvørgt, at tey ikki fáa undirvísing í enskum, fyrr enn tey eru komin í 5. flokk.
Í flestu norðurlendsku grannalondum okkara byrjar ensktundirvísingin fyrr enn her hjá okkum. Eitt alment orðaskifti hevur júst verið, um næmingar fólkaskúlans eiga at byrja fyrr við enskum.
Sum er, byrja næmingarnir at læra danskt í 3. flokki. Hildið verður ikki, at tað fer at ørkymla frá-læruna í donskum ella føroyskum, um byrjað verður við enskum í 3. flokki við 1 undirvísingartíma um vikuna. Ætlanin er at hava 2 undirvísingartímar um vikuna í 4. flokki.
Viðvíkjandi setan av lærarum
Við at leggja ábyrgdina av setan út til skúlaleiðaran, fer starvssetan í fólkaskúl-um fram á sama hátt sum í flestu øðrum skúlum og stovnum. Bæði út frá fyrisitingarligum og leiðslupolitiskum sjónarmiðum er tað rættari, at tað er skúlaleiðarin, sum er setanar-myndugleiki, tí hann frammanundan hevur á-byrgdina av størsta partin-um av setanartilgongdini og av dagligu arbeiðs-viðurskiftunum hjá starvsfólki skúlans.
Viðvíkjandi skúlastýrisvalunum
Broytingarnar viðvíkjandi skúlastýrisvalinum eru mest av praktiskum slagi. Tað er sera tíðarkrevjandi at skipa fyri sjálvstøðugum skúlastýrisvali, harumframt er eisini eykakostnaður tengdur at valinum, tá ið tað ikki er samstundis, sum valið til kommunustýrini. Tó er vert at viðmerkja, at tað eru ikki somu veljarar til kommunu?stýrisvalini sum til skúlastýrisvalini. Treytin, fyri at vera valbærur og at kunna velja til skúlastýrið, er, at viðkomandi eigur børn í skúlanum. Skipanarliga skuldi hetta ikki kunnað forðað fyri, at valini eru samstundis.
Ætlan landsstýrismansins er, at lógaruppskotið skal leggjast fyri Tingið í hesi tingsetuni sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivinum.