Broytingar eru hart tiltrongdar í Vágs Kommunu

Leila Lisberg, Valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið í Vági
????????????
Vit skulu eitast at liva í einum demokratiskum landi. Er kommunalpolitikkurin í Vágs Kommunu demokratiskur? Heldur man tað vera vinar- og kenningapolitikkurin, sum hevur gjørt seg galdandi í Vágs Kommunu alt, alt ov longi, men nú er tíðin komin til at fáa broytingar í lag. Allir borgarar í eini kommunu mugu hava eins rættindi, bæði tá tað snír seg um arbeiði og um byggiloyvir. Og tá kommunan skal taka støðu til stór mál, sum t.d málið um ellisheimið og miðnámsskúlan, so eigur borgarin eisini at hava rætt til at blíva hoyrdur.
Viðvíkjandi uppstilling til kommunuval. Tað er ikki rættvíst, at tað verður uppstillað politiskt til eitt kommunuval, hetta bara skapar klandur ímillin høgru og vinstru. Valið hevði verið nógv meira rættvíst og demokratiskt um tað ikki var polittiskt. Vónandi fer komandi býráð at fáa hetta broytt.
Onnur tídningarmikil mál ið komandi kommuna má taka hond um:
- Syrgja fyri at ellisheim-ið verður bygt, so tey gomlu ikki skulu vera noydd til at fara av bygdini; og samstundis fáa vit nøkur hart tiltrongdarbeiðspláss. Hvar í bygdini ellisheimið verður bygt, og hvar miðnámsskúlin skal vera, eru tvey heilt ymisk mál, sum ongantíð burdu verið samanblandað, men tað blivu tey, og nú stendur tað upp til kommununa at finna útav, um ellisheimið skal liggja vesturi við vatnið, ella onkra aðrastaðni í bygdini. Kommunan skal bara syrgja fyri at tað verður bygt, og tað skjótt eisini.
- Fáa skil uppá hvar bygdarmarkið er, soleiðis at eisini teir borgarar, sum búgva í útjaðaranum av bygdini, skulu fáa somu sømdir sum hinir borgararnir. Her hugsi eg serstakliga um økini inni í Líðini og úti á Marknoyri. Hesi øki liggja við landsveg, og tí kann kommunan snúgva sær undan ábyrgd, tá trupulleikar uppstanda á hesum økjum. Vit sum búgva í útjaðaranum gjalda sama kommunuskatt sum hini, og eiga at hava somu rættindi.
- Drekkivatnið. Ein so stór kommuna sum Vágs Kommuna, við hægsta skattaprosenti í landinum, eigur at hava reint drekkivatn at bjóða borgarunum.
- Økið við skúlan. Tað er beinleiðis vandamikið hjá smáum børnum at ferðast einsamøll til og frá skúla. Hetta má broytast og fáa skil uppá, áðrenn ein álvarslig vannlukka hendur.
- Og til síðst, men ikki minst, vinnulívið. Familjutrivnaður og vinnulív eru tvey hugtøk sum eru tengd hvørt at øðrum, og eitt er víst, at skulu ungar barna-familjur hava lívið laga í Vágs Kommunu í framtíðini, so má okkurt gerast á hesum øki. Kommunan má vera við til at skapa, og vera við til at stuðla feløgum og einstaklingum, við at fara undir nakað nýtt. Vit hava enn mest framkomna flakavirkið í landinum liggjandi stilt. Vit mugu og skulu hava hetta í gongd aftur!
Um Suðuroyggin skal kunna koma uppundan aftur, mugu allar bygdirnar í oynni standa meira saman. Gamalt nag má fáast burtur, tí vit koma ongan veg við at klandrast og øvunda hvørjum øðrum.
Gott val.