Flogbóltur
Tveir dystir vórðu leiktir í meistaradeildini hjá monnum, sum aftur í ár telir fimm lið.
Leygardagin dystaðust Mjølnir ímóti meistaraliðnum úr Fram, og her vann heimaliðið tryggan sigur, tó at Fram fyrstu løtuna skelkaði við at taka fyrsta settið.
Í mun til árið í fjør, so er einki at ivast í, at styrkislutfallið millum liðini bæði er broytt munandi. Fram hevur undan árinum sagt farvæl við Rúna Weihe, sum hendan veturin fer at spæla flogbólt á Kambsdali, og hinvegin hava Mjølnir styrkt um liðið við tveimum bulgarskum leikarum.
Sum nevnt, so fekk Fram skapt eitt sindur av øsing í, tá teir tóku sær av fyrsta settinum í Klaksvík, men eftir hetta fekk Mjølnir tó tamarhald á, og tá lagt varð saman, høvdu teir vunnið ein hampuliga tryggan 3-1 sgiur.
Sunnudagin var so dystur í Vágunum, har SÍ tók ímóti Fleyr. Fleyr var í fjør so nær við meistaraheitið, sum hugsast kann, men í ár verður støðan fyri teirra viðkomandi helst væl øðrvísi. Mest sum allir teir royndu leikarar, sum í fjør mannaðu liðið, hava nú lagt flogbóltin á hillina, og tí verður árið í ár fyrst og fremst ein roynd at byggja eitt nýtt lið upp.
Sørvingar tykjast hinvegin ætla sær at halda fram eftir sama leisti sum í fjør. Jón Niélsen er farin til Fram, men í aðrar mátar tykist liðið framhalandi rættiliga sterkt, og sunnudagin var í øllum førum eingin ivi. Til samans vann Fleyr ikki meira enn 42 bóltar, og tað munaði lítið mótiu teimum 75, sum SÍ ognaði sær.
ÍF var ikki í dysti hetta vikuskiftið, men einki er at ivast í, at tað verður spennandni at síggja, hvussu árið fer at hilnast hjá teimum. Liðið hevur verið fyri nøkrum broytingum, men við tilgongdini av Rúna Weihe tykjast kantarnir at kunna gerast enn sterkari, enn teir hava veri undanfarnu árini, og so er spurningurin, um tað er nóg mikið, til at taka dystin upp móti fyrst og fremst Mjølni og SÍ.