Eyðun Klakstein, U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið 19 av 20 spælarum til hópin til dystirnar móti Kroatia og Grikkaland, sum verða ávikavist í Kroatia 5. septembur og á Tórsvølli 7. septembur.
Støsta søgan er at Samuel Johansen Chukwudi er fluttur upp á A-landsliðið. Miðverjin hjá HB hevur ikki spælt nakað á U21-landsliðnum, tí hann hevur verið langtíðarskaddur. Seinastu tíðina hevur hann tó spælt fult fyri HB og skaðar í miðverjuni hjá A-landslandsliðnum gera, at tað nú eru boð eftir honum á A-landsliðnum aftur.
Nýggir menn á U21-landsliðnum eru Beinir Nolsøe úr NSÍ og Leivur Fossdal Guttesen úr HB. Teir spæla báðir fast á sínum liðnum. Millum teirra, sum hava mist plássið eru Signar á Brúnni hjá Víkingi og Jákup Vilhelmsen, sum báðir sita uttanfyri fyri tað mesta.
Hópurin:
Ári í Haraldstovu Petersen, KÍ
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Verjan:
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Norra)
Børge Petersen, KÍ
Ási Dam, HB
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Martin Agnarsson, Viborg (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Miðvøllur:
Noah Hans Mneney, HB
Aron J. Ellingsgaard, Víkingur
Heini F. Sørensen, Thisted (Danmark)
Ejvind R. Mouritsen, HB
Beinir Nolsøe, NSÍ
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Álop:
Poul Kallsberg, Víkingur
Jørgen Nielsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36
Leivur Fossdal Guttesen, HB
Venjari: Eyðun Klakstein og Atli Gregersen