Broytingar á fjarskiftisøkinum

.

Tann 1. apríl 1998 skiftir Telefonverkið yvir til at nýta 6 siffrað telefonnummur í Føroyum. Skiftið er ein liður í at tillaga okkara nummarskipan til altjóða viðtøkur, til økt virksemi og til nýggjar tænastur.

Samstundis, tann 1. apríl 1998, tekur Telefonverkið nýggja edv-skipan í nýtslu. Edv-skipanin, sum higartil hevur verið nýtt, stavar frá sjeyti árunum, og kundi hon ikki handfara meira enn 5-siffrað telefonnummur. Eisini hevur gamla edv-skipanin verið orsøkin til, at tað ikki hevur verið møguligt at senda okkara viðskiftafólki betur útgreinaðar rokningar.

Í sambandi við at TFL fer at taka í nýtslu nýggja edv-skipan, fara ávísar broytingar fram viðvíkjandi rokningunum, soleiðis at TFL fer at senda rokning út eina ferð um mánaðin í staðin fyri hvønn ársfjórðing sum higartil. Í nýggju skipanini verður bert skrá-setta nýtslan sett á rokningina.

Rokningin verður útgreinað soleiðis, at felagin fær eitt samlað yvirlit yvir samtalur í Føroyum, til Danmarkar, til útlond annars og samtalur til fartelefon. Afturat hesum koma síðani føst gjøld og yvirlit yvir tænastur annars.

Sum ein yvirgongd frá tí gomlu telduskipanini til ta nýggju verður um miðjan apríl send út rokning, sum líkist tí verandi, tó soleiðis, at hendan er ein uppgerð fyri síðsta ársfjórðingin saman við skrásettu nýtsluni frá 10. til 31. mars 1998.

Í mai mánaði fáa felagarnir so rokning eftir nýggju skipanini, har samtalur, føst gjøld og tænastur annars fyri apríl mánað standa á.

Umleggingin av edv-skipanini hevur við sær, at sera nógv eyka arbeiði verður á einahelst Teknisku Avgreiðslu og á Avrokningarskrivstovuni hjá Telefonverkinum tær fyrstu tríggjar vikurnar í apríl. Hetta fer at merkja, at hesar deildir ikki fult út kunnu liva upp til tað tænastustig, sum vit kundu ynskt. Tískil kunnu seinkingar koma fyri í sambandi við umsóknir um telefon, umleggingar o.a., og vil Telefonverkið við hesum biðja okkara viðskiftafólk halda okkum til góðar.

Bæði skiftið frá 5 til 6 siffrað nummur og nýggja edv-skipanin fara sum frá líður at betra munandi um tænastustigið mótvegis okkara viðskiftafólki.


Telefonverkið

Andras Róin, stjóri