Broyting ella..?

Ingvør Justinussen
----

Nógv verður lovað, men hvat fer at henda? Nógv er hent seinastu árini, men er tað hent, sum tú ynskti? Eru tínar skattakrónur nýttar til tað, sum tú heldur at tær áttu at verið brúktar til?

Eg vil:
• At børn og ung verða raðfest
• At eldraøkið og harvið eisini Tilhaldið verður raðfest
• At vit menna ein virkisfúsnan bý, har øll, ung sum eldri, hava møguleika fyri at virka og trívast
• At barnafamiljurnar fáa betri umstøður og sømdir
• At ungu mammurnar/foreldrini fáa eitt dagført og mennandi tilboð, sum ger tey før fyri at mennast persónliga og sum foreldur
• At fyribyrging verður raðfest, fyri at minka um tørvin á kostnaðarmiklum sosialum fyriskipanum.
• At miðbýurin verður mentur, so hann verður ein livandi og virkin miðbýur

Vilt tú eisini hetta? Vilt tú broyting? Eg vil fegin vera við til at fremja átøk til besta fyri teg sum borgara. Verið eg vald til býráðsvalið tann 13. november, vil eg arbeiða fyri hesum.
Vel Ingvør Justinussen á Fólkaflokslistanum til Býáðsvalið í Tórshavnar Kommunu!