Broyting av FAS-skipanini

Nú tit hava sett uppskot fram um at hjálpa rækjuflotanum, sum flest allir føroyingar kunnu taka undir við, við einari FAS-skipan har landi og kommunurnar koma at gjalda, vil eg heita á tykkum um at seta uppskot fram um broytingar í FAS-skipanini, tí annars eru tit komnir í sama bás sum samgongan, um at blaka útreiðslur á kommunurnar og var tað vónandi ikki tykkara ætlan.

<sum$?$end$!$ Sum FAS-skipanin er í dag, gjalda allar kommunurnar í Føroyum til skipanina, meðan bert landi og ein ella tvær kommunur fáa inntøkur av skipanini. Hetta er ikki rættvíst og skuldi inntøkurnar sjálvsagt eisini verði luta út til allar kommunurnar eftir sama leisti sum útreiðslurnar. <BR> Seti tí uppskot fram um hetta beinanvegin.

ella

<sum$?$end$!$ Fólkaflokstingmenn hava tosa nógv um, hvat fyri ein pengamaskina FAS-skipanin kann verða fyri Føroyar. Somuleiðis vil Tjóðveldisflokkurin hava greiðar linjur millum land og kommunur, so teir kunnu bert taka undir við einari skipan, har landi fær allar inntøkurnar og rindar allar útreiðslurnar.<BR> Tit missa einki við at hjálpa Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, við at seta uppskot fram um, at landi fær allar inntøkurnar og rindar allar útreiðslurnar av FAS-skipanini.

Allar gjalda, ein fær inntøkurnar.
Grundgevingin fyri verandi skipan var, at hon skuldi verða solidariskt, menn hetta er ikki veruleikin, tí allar kommunurnar skulu gjalda meðan bert ein fær inntøkurnar.
Við seinra uppskotinum hevði Sambandsflokkurin hjálpt Føroyum til at blivið eitt sindur meiri sjálvbjargið og er tað hart tiltrongt, tí verandi samgonga hevur bert megna at minka um sínar útreiðslur við at blaka tær út á kommunurnar.
Sjálvandi kunnu aðrir skilagóðir tingmenn, sum eisini eru kommunustýrislimir, t.d. Kári Højgaard við lítlari undirtøku frá veljarunum fingið ágóða av, at hjálpt kommununum í hesum og øðrum málum.