Vónandi kemur vit og skil aftur í hendan gamla stovn. Navnið Eik átti at verði jarðað og farið sama veg eins og gamla leiðsla og grunnur, og nýtt navn komið fyri tað gamla. Eik banki og grunnur standa fyri minst 11.000 føroyingum sum ímyndin av einari hasarderaði bankaleiðslu og einum inkompetentum grunni, sum so væl varð lýst í sjónvarpssending herfyri.
Eik Danmark stóð fyri dønum sum Roskilde- ella Ebberød bank. Eiknavnið eigur tí at verða koyrt burtur úr føroyskum málbrúki í bankasamanhangi. Hettar navnið, sum er nýtt í bankamáli, er ein leivd frá gomlu leiðslini og átti tí at fylgt hesi somu leiðslu á dyr. Eik er alt annað enn trygd fyri fólk flest.?Á Kyndilsmessu