Fyri fýra árum síðani gjørdi undanfarna samgonga av at seta eina kunngerð í gildið um, at laksur, sum er aldur í Suðuroy, skal eisini verða virkaður á virkjum í Suðuroy. Men hendan kunngerðin verður nú broytt. Kunngerðin varð sett í gildið tí at tað var ein veksandi ónøgd við at laksur, sum varð aldur á firðum í Suðuroy, varð pumpaður umborð á brunnbátar og førdur norður eftir til virkingar.
Tí varð ein kunngerð sett í gildið, sum segði, at Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður í Suðuroy. Tað stóð eisini tilskilað, at hetta merkir, at hann skal skiljast bløðgast og kryvjast og at heilur, rundur fiskur, skal pakkast, ísast, ella frystast í Suðuroy.
Nú ætlar landsstýrismaðurin í vinnumálum, Magnus Rasmussen at broyta kunngerðina og hann hevur sent avvarðandi pørtum hana til viðmerkingar. Nú skal tað stutt og greitt standa í kunngerðini, at Laksur frá alibrúkum í Suðuroy skal verða virkaður í Suðuroy. Hinvegin verður tað nú skoytt upp í, at hóast hetta, skal tað verða loyvt at flyta laks frá alibrúkum í Suðuroy til virkingar norðanfyri, men tað er treytað av, at í minsta lagi sama nøgd verður flutt suður aftur at virka í sama álmanakkaári.
Tað stendur eisini í núverandi kunngerð, at tann, sum hevur aliloyvi, hevur ábyrgdina av, at kravið um virking í Suðuroy verður hildið. Í nýggju kunngerðini stendur, at Tann, sum hevur aliloyvi, skal tryggja og skjalprógva, at krøvini eru lokin.