Broyt Tórshavn til Havn

Landsverk vil saman við nøkrum málfrøðingum endurskoða nøkur bygdanøvn. Í einum riti tilmælir nevndin at broyta 12 bygdanøvn - og tilmælið sær fínt út.

Men eisini høvuðstaðurin eigur at fáa broytt navnið. Tí Havnin eitur í fólkamunni ikki Tórshavn - og hevur kanska heldur ongantíð gjørt tað. Nei, høvuðstaðurin í Føroyum eitur Havn: Vit búgva í Havn, vit arbeiða í Havn, vit fara til Havnar osv.

Tí eiga Landsverk og málfrøðingarnir at umhugsa, um ikki høvuðstaðarnavnið skal broytast, so tað passar til fólkamunnin.