Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, vil hava eina ætlan fyri, nær teir útlendsku hermenninir í Afghanistan kunnu lata afghanska herin átaka sær ábyrgdina av at tryggja frið í landinum, soleiðis at teir útlendsku hermenninir kunnu fara heimaftur.
Forsætisráðharrin segði í gjár, at Bretland ætlar sær at leggja sína afturtøkuætlan fyri Afghanistan-toppfundin hjá NATO, sum verður í mars næsta ár.
Brown er undir trýsti. Fyri nøkrum døgum síðani vísti ein meiningakanning, at 71 prosent av bretska fólkinum vilja hava hermenninar úr Afghanistan um eitt ár.









