Tað vakti ans, tá fyrrverandi maðurin hjá Whitney Houston, Bobby Brown, rýmdi frá jarðarferðini, sum var í gjár í kirkjuni New Hope Baptist Church í býnum Newark.
Men sambært Brown var tað ein ávís orsøk til, at hann valdi at fara úr kirkjuni, bert 20 minuttir eftir at jarðarferðin var byrjað.
- Børnini og eg vóru bjóðað til jarðarferðina hjá fyrrverandi konu míni, Whitney Houston. Trygdarfólkini vístu okkum, hvar vit skuldu sita í kirkjuni, men nakað aftaná vórðu vit tilsamans tríggjar ferðir biðin um at flyta pláss. Eg skilji als ikki, hví trygdarfólkini fóru soleiðis við mær og børnunum og bóðu okkum skifta pláss fleiri ferðir, sigur Bobby Brown við people.com
Brown, sum er kendur sangari, vil eisini vera við, at trygdarfólkini noktaðu honum at síggja dóttrina, Bobbi Kristina, sum hann eigur saman við Whitney Houston.
- Orsaka av øllum hesum gav eg fyrrverandi konu míni tann seinasta kossin á kistuna og gekk út, tí eg vildi ikki gera nakað hóvasták burturúr. Men børnini hjá mær skilja einki av tí, sum hendi til jarðarferðina, sigur Brown.
Whitney Houston og Bobby Brown vóru gift frá 1992 til 2007. Hjúnarlag teirra var øll árini merkt av misnýtslu og ógvusligum upp- og niðurtúrum.
- Hetta var ein dagur, ið skuldi æra Whitney. Eg ivist stórliga í, um Whitney hevði ynskt hetta, sigur Bobby Brown.
Tann 48 ára gamla songkvinnan doyði fyri átta døgum síðan. Hon varð funnin í einum baðikari í einum gistingarhúsi. Í gjár bleiv Houston jarðað í býnum Newark, sum liggur í New Jersey.