Brown frá sum floksformaður

Gordon Brown boðaði seinnapartin frá, at hann fer frá sum formaður í arbeiðaraflokkinum, tá flokkurin fer at halda eykafloksting í næstum. Politiskir eygleiðarar í London siga, at tað er neyvan av tilvild, at boðini um formansskiftið koma, júst nú tey konservativu og liberaldemokratarnir samráðast um stjórnarsamstarv.

Tað er ein sannroynd, at liberaldemokratiski formaðurin, Nick Clegg, vil ikki samstarva við Gordon Brown. Hinvegin er tað als ikki óhugsandi, at hann vil samstarva við arbeiðsaraflokkin, um flokkurin fær ein annan formann.

Í London verður gitt, at fyrrverandi orkumálaráðharrin Ed Milliband hevur góðar møguleikar at taka við sum formaður í Labour. Ed er bróður uttanríkisráðharran, David Milliband.