ILLVEÐURSDYSTUR
Tað vóru fleiri, sum tóktust vera til reiðar at hjálpa til, tá Øssur Hansen í nógva vindinum og regninum á Svangaskarði sunnudagin skuldi skjóta brotsspark ímóti málinum hjá René Tórgarð.
Men dómarin, Jens Petur Brattalíð, segði, at tað kundi ikki verða talingur um sovorna hjálp:
? Reglurnar siga, at tá brotsspark verður tikið, skulu eingir aðrir spælarar vera í brotsteiginum enn teir báðir, sum eru uppií. Tað vil siga málverjin og so tann, sum skal skjóta brotsspark. Um talan hevði verið um fríspark ella hornaspark, so hevði einki verið í vegin fyri, at onkur spælari syrgdi fyri, at bólturin lá stillur, men tað kundi ikki koma upp á tal, tá talan var um brotsspark, sigur dómarin.
Bólturin fekst ikki at liggja, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.
Umaftur í kvøld
Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini hjá FSF og kappingarstjóri, sigur, at nýggjur dystur verður spældur á Svangaskarði í kvøld klokkan 18.30:
? Vit halda okkum til grein 32 í kappingarreglunum fyri fótbólt. Har verður í øðrum stykki umrøtt, hvat skal gerast, tá líkindini ikki eru nóg góð at spæla. Dysturin kann í mesta lagi útsetast ein tíma. Um dysturin ikki verður liðugt spældur, skal kappingarnevndin hava boð um hetta, og so verður nýggjur dystur ásettur. Tað er hetta, sum vit nú hava gjørt, sigur Karl Vidtfeldt.
Hevði talan verið um eitt nú tennisdyst í Wimbledon, so høvdu reglurnar verið øðrvísi. Har er tað soleiðis, at dysturin verður niðurlagdur, um regn ella illveður ger, at tað ikki ber til at spæla. So verður dysturin tikin upp aftur, har hann var komin til. Um hesar reglurnar høvdu verið galdandi, so hevði dysturin byrjað aftur við, at støðan hevði verið 3?1 til B36, og við at Øssur Hansen skuldi skotið brotsspark!!
Annars skilja vit á formanninum í kappingarnevndini, at dómarin var eitt sindur ivasamur, um tað yvirhøvur vóru líkindi at fara undir dystin á Toftum. Men hann gjørdi av, at tað skuldi roynast. Veðrið øtlaði, og um teir ikki vóru givnir, tí bólturin ikki fekst at liggja, so hevði verið neyðugt at gevast eina lítla løtu seinni, tá veðrið versnaði heilt nógv.
Nú verður talan um nýggjan dyst, og tað ber væl til at ímynda sær, at venjararnir fara at gera onkrar skiftingar á liðnum.