Brotsspark feldi eisini Arsenal

Bayern Munchen og Atletico Madrid hava kós móti fjórðingsfinalunum

Bayern Munchen vann 2-0 á Arsenal í London, meðan Diego Costa gjørdist hetjan fyri Atletico Madrid í Milano. Við hvør sínum útisigri eru Bayern Munchen og Atletico Madrid á veg í fjórðingsfinaluna.

 

Brotsspark feldi Arsenal

 

Eins og í gjár í Manchester, so var tað eitt brotsspark, sum skuldi vísa seg at gera munin, Í fyrra hálvleiki bleiv Arjen Robben spældur leysur í brotsteiginu hjá Arsenal. Hann bleiv feldur av av málverjanum hjá Arsenal, Wojciech Szczesny.

 

Málverjin fekk reytt kort og tað broytti dystin ein heilan deil. David Alaba brendi gott nokk brotssparkið, sum hann sendi á stongina, men týskarnir settu seg av álvara á dystin.

 

Undan hesum fekk Arsenal eisini brotsspark, men Manuel Neuer bjargaði brotssparkinum hjá Mesut Ozil.

 

Tíggju minuttir inn í seinna hávleik kom Bayern Munchen so á odda. Toni Kroos sendi neyvt skot frá brotsteigarmarkinum upp í málhornið. Pep Guardiola skifti fleiri framrættaðar spælarar inn í seinna hálvleiki.

 

Ein teirra var Thomas Muller, sum takkaði fyri og stútaði eitt innlegg í mál stutt fyri tíð. Hóast Arsenal í fjør megnaði at vinna 2-0 á Bayern Munchen á Allianz Arena, so munnu tey verða fá, sum ikki vænta at Bayern Munchen verður at finna í lutakastinum til fjórðingsfinalurnar.

 

Diego Costa søkti AC Milan

 

Í hinu dystinum kom bara eitt mál. Tað skoraði til tann til tíðir umstríddi Atletico Madrid framherjin, Diego Costa. Meðan Atletico Madrid er í harðari kapping í oddinum í Spania, meðan AC Milan liggur nummar níggju í Seria A, og hevur júst skift venjara. Tí var Atletico Madrid eisini favorittur undan dsytinum.

 

Øll útiliðini vunnið

 

Nú hava fýra fjórðingsfinalur verið í Champions League. Bólkavinnarnir spæla á útivølli fyrst. Tað hevur eydnast teimum væl, tí Barcelona, PSG og nú Atletico Madrid og Bayern Munchen hava øll vunnið sínar útidystir.

 

Champions League – áttandapartsfinalur:

Í dag:

AC Milan – Atletico Madrid 0-1 (0-0)

0-1 Diego Costa, 82

 

Arsenal – Bayern Munchen 0-2 (0-0)

0-1         Toni Kroos, 54

0-2         Thomas Muller, 88

 

Í gjár:

Manchester City – FC Barcelona 0-2 (0-0)

0-1         Lionel Messi, 54 br

0-2         Dani Alves, 90

 

Bayer Leverkusen – PSG 0-4 (0-3)

0-1         Blaise Matuidi, 3

0-2         Zlatan Ibrahimovic, 52 br

0-3         Zlatan Ibrahimovic, 42

0-4         Yohan Cabaye, 88