Brotsspørk aftur marran hjá onglendingum

UEFA-Cup í kvøld (Lið sum koma víðari í STÓRUM)

 

ZENIT PÆTURSBORG - Marseille 2-0 (3-3)

BAYERN MüNCHEN - Anderlecht 1-2 (6-2)

Hamburg - LEVERKUSEN 3-2 (3-3)

GETAFE - Benfica 1-0 (3-1)

Everton - FIORENTINA 2-0 (2-2)

Fiorentina vinnur brotsspørk 4-2

PSV - Tottenham 0-1 (1-1)

PSV vinnur brotsspørk 6-5

 

Enska landsliðið hevur roynt tað óteljandi ferðir. Teir hava tapt hálvfinalur, fjórðingsfinalur og 1/8 finalur í HM og EM eftir brotsspørkkappingar. Everton og Tottenham hildu bæði hendan keðiliga sigurin í kvøld, sjálvt um bæði vunnu sjálvan dystin í kvøld. Everton innheintaði tað mista frá fyrra dystinum. Andy Johnson skoraði eftir 16 minuttir, og Mikel Arteta eftir 67 minuttir, so samlaða støðan gjørdist 2-2. Einki mál kom í longdu leiktíðini, og í brotssparkkappingini hevði Fiorentina betri nervar og vann 4-2. Tottenham hevði ein ringan útidysti, og eitt ringt útgangsstøðið. Men Spurs vístu góðan moral, og við máli frá Berbatov eydnaðist tað at fáa longda leiktíð. Einki mál kom í yvirtíðini, og heimaliðið var eitt betri í brotssparkkappingini, og vunnu teir 6-5. Í morgin leikar Bolton ímóti Sporting í Lissabon. Fyrri dysturin endaði 1-1. Glasgow Rangers hava eina 2-0 leiðslu við sær til Bremen. Fríggjadagin verður lutakast í bæði UEFA cup og Champions League kappingini. Í báðum førum verður talan um fjórðingsfinalurnar.