Løgreglan í Italia handtók mánadagin ein mann og tríggjar kvinnur, sum eru ættað úr Ukraina, og sum nú eru skuldsett fyri at hava selt pinkubørn.
Løgreglan fekk illgruna til tey fýra fólkini fyri nøkrum mánaðum síðani, men tá hildu myndugleikarnir, at tey fingust við skøkjuvirksemi og rúsevnishandil.
Men kanningarnar hjá løgregluni avdúkaðu nakað anna. Tað eydnaðist einum sivilklæddum løgreglumanni at fáa samband við eina av teimum ukrainsku kvinnunum, og í teirri fyrstu samrøðuni beyð kvinnan sær til at selja løgreglumanninum eitt barn, sum hon hevði átt tveir dagar frammanundan. Fyri barnið vildi hon hava 50.000 evrur ella krónur.
Mánadagin stóð kvinnan í rættarhølinum í suðuritalska býnum Bari. Dómarin, Ginnario Carofoglio, greiddi frá, at tann sivilklæddi løgreglumaðurin hevði spurt kvinnuna, um hon veruliga var til reiðar at selja sítt egna barn, og um hon ikki mundi fara at iðra seg um tað seinni. Men kvinnan svaraði nei hvørja ferð, løgreglumaðurin spurdi, segði dómarin.
Tær tríggjar kvinnurnar hava greitt løgregluni frá, at tær komu til Italia at arbeiða sum skøkjur, men løgreglan er sannførd um, at veruliga málið við ferðini til Vesturevropa var at selja børn.