Brotsmaðurin er deyður

Maðurin, sum í morgun drap ein næming og ein lærara í einum svenskum skúla, er nú sjálvur deyður.

- Ein triði persónur er nú deyður. Tað er brotsmaðurin, ið er deyður.


Tað upplýsti kanningarleiðarin hjá løgregluni í Trollhättan, Thord Haraldsson, á tíðindafundi fyri løtu síðani.


Brotsmaðurin er harvið triði persónurin, ið hevur latið lív, aftaná álopið á svenska skúlan í morgun. Frammanundan hevði løgreglan upplýst, at ein lærari og ein ellivu ára gamal næmingur høvdu latið lív í álopinum.


Tvey fólk eru enn innløgd á sjúkrahúsinum, og sambært kanningarleiðaranum, so er teirra støða enn álvarsom.


Løgreglan greiddi frá, at tá tey komu á staðið, rýmdi brotsmaðurin inn í eina skúlastovu. Í samanbrestinum millum brotsmannin og løgregluni, skeyt løgreglan tvey skot. Eina skotið rakti brotsmannin, ið doyði, hóast læknar royndu at bjarga honum.


Á tíðindafundinum upplýsti løgreglan, at talan er um ein 21 ára gamlan mann, ið búði í Trollhättan. Løgreglan kendi ikki til mannin frammanundan, men ein húsarannsókn hevur avdúkað ymiskt áhugaverd viðurskiftir.


Álopið hevur skakað svensku tjóðina, og bæði Stefen Löfven, forsætisráðharri, og Carl XVI Gustaf, kongur, hava skrivað um hendingina.


- Hetta er ein svartur dagur fyri Svøríki. Mínir tankar eru hjá ofrunum og teirra familjum, næmingum og starvsfólkum, og øllum teimum avvarðandi. Ongi orð kunnu lýsa tað, ið tey nú fara gjøgnum. Vit hava samhugað við teimum, og vit vilja tryggja,at tey fáa alt tað, ið teimum tørva, skrivaði forsætisráðharrin á síni heimasíðu.


- Svøríki er skelkað. Tað var við ræðslu og sorg, at eg og mín familja fingu boðini um tilburðin í Trollhättan. Okkara tankar fara til tey avvarðandi og familjurnar, til tey offur, ið nú eru í vanda, og til teir næmingar og tey starvsfólk á skúlanum, sum nú trongja allan okkara stuðul, skrivaði Carl XVI Gustaf, kongur, á heimasíðuni hjá kongahúsinum.