Brotnir komfýrar verður skidefeitt!

Ein av teimum, sum hevur verið við til at skipa fyri G! festivalinum hvørt ár, síðan G! byrjaði fyri níggju árum síðan, er Sunneva Háberg Eysturstein.

 

"Í ár havi eg í høvuðsheitum ábyrgd av Grundini, ið er ein av trimum pallum á G! festivalinum. Henni havi eg havt ábyrgd av síðan 2007. Tað inniber so at siga alt, sum hevur við Grundina at gera: Booka nøvn, designa grundina, skaffa fólk o.s.fr." sigur Sunneva.

 

"Hesa ferð hava vit roynt at koyrt ein trashutan, skitnan og ráan stíl. Eitt nú kann man síggja brotnar komfýrar og buglaðar súkklur 'liggja og sløðast' í Grundini. Tey undanfarnu árini hava vit havt ein reinari stíl við neonlitum, graffiti og tílíkum. Um eg skal siga tað sjálv, so verður Grundin skidefeit í ár, sigur Sunneva.

 

"Nøvnini á Grundini eri eg ordiliga væl nøgd við. Tað var eitt lítið bakkast, tá tvey av okkara høvuðsnøvnum máttu melda avboð. Men slíkt hendir, og man er bara noydd at taka tað harfrá. Vit hava fingið góðar erstatningar, so eg eri ordiliga spent og væl nøgd," sigur Sunneva at enda, ið heldur, at skráin á ársins G! festivali er ein tann besta í søgu festivalsins.