- Tað er nú púra greitt, at teir, ið ikki vilja halda sáttmálar ella lógir landsins, eru meira skipaðir enn áður hildið.
Tað sigur Føroya Fiskimannafelag í sínari ársfrágreiðing, sum varð løgd fyri landsfund felagsins í dag.
Lagt verður aftrat, at teir, sum snýta í sáttmálum og lógum, vanliga hava góða løgfrøðiliga hjálp til at stuðla sær.
- Ein kann av røttum siga, at ávísir løgfrøðingar hava sum sergrein at loypa um bukk við lóggávu og sáttmálum.
Føroya Fiskimannafelag sigur, at tað verður heldur ikki lættari, tá tann myndugleiki, sum fólk hava valt til at taka sær av slíkum málum, ikki tykist vera serliga áhugaður í at gera nakað við hetta.