Brotið ein av snotiligastu í Føroyum

Í morgin letur handilin Brotið upp aftur eftir umvæling og útbygging, ið hevur tikið um ein mánaða. Fermetratalið er økt við 80 upp í 540 fermetrar, og handilin verður nú ein av teimum snøggastu í landinum

Matvøruhandilin, Brotið, í Runavík hevur verið afturlatin nú í fýra vikur. Hesa tíðina er ein út- og umbygging farin fram.

Samstundis sum fermetratalið er økt úr 460 upp í 540, er eisini loftið innrættað við kantinu, skrivstovu og WC’um, og tað økir so aftur um rúmdina í sjálvum handlinum.

Samstundis sum handilin nú letur upp í snotiligum og rúmligari hølum, verður eisini vøruúrvalið økt munandi.

- Nú fer ongum at nýtast at koyra til Havnar at fáa hendur á servørum. Tá vit lata upp aftur í morgin verður úrvalið munandi størri og so at siga á hædd við tað, sum Miklagarður hevur, sigur Elin á Torkilsheyggi, leiðari í Brotinum í Runavík.

Leiðarin sigur, at standardurin í nýggja handlinum verður ógvuliga høgur, og at tey fara at leggja seg eftir at veita tænastu á hægsta stigi.

- Eitt nú fara vit sum ein av heilt fáu handlunum at fylla vøruna í beriposar fyri kundarnar fríggjadagar og leygardagar, sigur Elin á Torkilsheyggi.

Tey fara serliga at leggja seg eftir at hava eitt stórt úrval í frukt og grønt, umframt í kjøtvørum.

Tey eru 12 fólk knýtt at handlinum, men vanliga arbeiða seks fólk ísenn.

- Vit arbeiða vanliga fýra fólk fullan dag, og so skiftast hini at arbeiða í vaktum, sigur Elin á Torkilsheyggi.

 

Skal verða klárt

Tá vit vitjaðu í Brotinum í gjár, vóru handverkarar í stórum tali framvegis í handlinum, umframt hópin av fólki, sum settu vørur á hillarnar.

- Vit hava fingið hjálp frá Bónus handlunum kring landið og frá fólki úr Miklagarði í Havn eins væl og úr Mylnuni. Eisini hava fólk frá heilsølunum hjálpt okkum við at stilla vørur út, sigur Elin á Torkilsheyggi.

Tey hava lagt doyðin á at blíva liðug til upplatingina mikudagin, og tað merkir langir dagar.

- Vit arbeiddu til klokkan trý í nátt, og møttu aftur klokkan átta, so tað hevur ikki verið nógvur svøvnur. Og tað verður tað nokk heldur ikki fyrr enn um vikuskiftið, sigur Elin á Torkilsheyggi.

So sjálvt um tað sá eitt sindur óliðugt út í gjár, so ivast Elin á Torkilsheyggi ikki í, at alt verður klárt, tá mikumorgunin kemur.

- Umstøðurnar verð munandi betri, nú vit lata upp aftur. Bæði fyri okkum starvsfólk og serliga fyri kundarnar, nú handilin verður nógv rúmligari og hevur nógv størri úrval, sigur Elin á Torgilsheyggi.

Tey ætlaðu, sum omanfyri nevnt, eins og fleiri av hinum stóru handlunum, eisini at hava fríska frukt tvær ferðir um vikuna, men nú ljóðar, at Faroe Ship fer at leggja rutuna um, so frukt bert verður flutt til landið einaferð um vikuna.

Sum eina tænastu aftrat koyra tey vørur út til kundar, bæði stovnar og privat, mánadag, mikudag og fríggjadag.

Tað er Hans Jákup Hansen, sum eigur bygningin, har Brotið leigar, og tað er Niels Mortensen, stjóri í Miklagarði, sum eigur Brotið.