Eingilsmaðurin við tvíhæddaði bussinum gjørdist mestsum ein partur av landslagnum í summar og í heyst, tá ið hann koyrdi runt landið. Tað sermerkta við hesum bussinum er, at hann hevur skritfstøð á síðuni. Cliffor Edwards hevur verið heilt langt úti í rúsevnismisnýtslu, men gjørdist umvendur. Síðani tá hevur hann einans ferðast runt við bussinum og fortalt um sítt lív og sína trúgv.
Í morgun fekk yvirritaði ein e-meyl frá Clifford Edwards, har ið hann greiðir frá, at hann er í Danmark. Hann kemur hendanvegin við Norrønu leygardagin. Sostatt skuldi hann verið á klettunum mánadagin.
Ætlanin hjá honum er eins og áður at greiða fólkum frá um sína trúgv. Hann ætlar at vera í Føroyum í tríggjar vikur, og síðani gongur leiðin til Íslands. Hann fór eisini til Íslands síðstu fer, hann var í Føroyum, men tað fekk hann ikki loyvi at koyra inn í landið, tí at bussurin var 2 sentimetrar ov høgur.
- Eg biði um, at Gud fer at loyva mær at koyra á teimum íslendsku vegunum aftaná nýggjár, skrivar Clifford í meylinum.