Brot úr røðu á Løgtingi 2. august um samfelagsstøðuna

Gudsóttin og fólkaræðið, fremstu dýrgripir okkara.

Aftaná Gudsótta man fólkaræði verða millum fremstu dýrgripir okkara- men hvørgin teirra er sjálvsagdir, báðir mugu veljast. Um allan heim stríðast fólk fyri at ognast og varðveita hesar dýrgripir, men prísurin mong gjalda er tíverri ovurhonds. Ein feril av hesum rakti grannar okra í Noregi fyri skjótt 3 vikum síðani, og er tíverri dagligur kostur hjá mongum, mongum menniskjum runt allan heimin.

Miskunnarleyst verða tey, skapningar Guds sum tú og eg, hvønn einasta dag forfylgd og dripin vegna teirra trúgv, onnur tí tey leingjast eftir grundleggjandi frælsum sum talu og - skrivifrælsi, frælsinum at kunna koma saman at skipa síni samfeløg, og at verða vird og fáa ávirkan í tí samfelg, tey eru borin í.

Av sonnum eru okur priviligeraði her á heimsins vakrastu oyggjum. Frið at trúgva, hugsa, tala, savnast og okur kundu hildi á, meðan menniskju, sum tú og eg, í ikki so fjarum londum, hvønn dag hókna undan ágangi.

Grundleggjandi samfelagslig hagtøl.

Eitt av grundleggjandi hagtølunum, sum er tøkt, og sum talar sítt tíðuliga mál um samfelagsstøðuna, er óhoyrt høga arbeiðsloysistalið, sum løgmaður í ólavssøkurøðu sínari sigur vera minkandi, tóat tað eru 1 % hægri enn á Ólavsøku í fjør og 4,6 % hægri enn í 2008, tá samgongan tók við valdinum. 1 % svarar til gott og væl 200 fleiri arbeiðsleys. Ikki sørt ørkimlandi at landsins hægstu ikki skilja álvaran í, at fleiri enn 3000 føroyskar hendur hvønn morgun fara úr songini til arbeiðsloysi ? Hvussu kann man, við hesari vitanini siga, at her gongur framá?

Somu hugsan hevur samgongan um búskaparligu gongdina hóast okur hava undirskot á fíggjarlógini nú á 4. árið og altjóða greiningarfyritøkan Moodys ávarðar okum móti vandanum og rópar varskó.

Støðan aftaná 7 ár við ABC samgonguni.

Aftaná 7 ár við ABC- stutt avbrotið av 7 mðr. við CHE- er støðan m.a., at:

arbeiðsloysið er óhoyrt og methøgt.

fíggjarlógin hevur undirsskot 4. árið á rað.

teir reformar, sum flestu flokkar, politikkarar og eisini vanligu føringurin veit eru neyðugir fyri at lyfta tjóðina, flyta hana fram á leið og tryggja okun í einum nýggjum heimsveruleika, teir liggja enn á láni.

gomlu okra liggja hjálparleys heima, og droyma um tíðina, tá heimahjálpin hevði tíð og umstøður at vera um tey.

vaktarskip fáa ikki loyst vegna manglandi játtan til olju,

mong sjúk sleppa ikki av landinum til serkøna viðgerð, ið ikki kann veitast her,

føringurin stríðist undir einum skattatrýsti, ið setur heimsmet

matvøruprísir og prísir fyri tænastur, eru millum hægstu í heiminum.

samstundis er selt burturav samfelagsins ognum, onki er lagt til síðis, hvørt oyra brúkt brúkt og uttanlandsskuldin veksur stútt og róligt.

Eitt skjal, sum kanska best vísir vánaligu støðuna, sum samgongan burdi fyrihildið seg til, finna okur á síðu 47 í fylgiskjølunum til røðu løgmans. Her síggja okur eina strikumynd yvir skuld og innistandandi hjá Landskassanum, sum vísur, at skuldin veksur við risaferð meðan innistandandi liggur á lægst loyvda, í sjálvari vatnskorpuni.

Men samgongan og tjóveldi halda væl stendur til, og løgmaður sigur, at : tað gongur framá.

Forðandi hugsan um fólkatalið.

Ein veikleiki, sum forðar framburði, er skeiva hugsanin um hvussu mong fólk kunnu búgva í oyggjunum. Tað tykist sum 50000 er vorðið eitt magiskt tal, sum okur lata okkum lynda at liggja niðanfyri. Hví tað? Hvat forðar fyri at okur í frið og náðum hækka hetta talið framvið fimti túsund uppá seksti, sjeyti o.s.v.

Nøkur tosaðu undir kreppuni fyri nøkrum árum síðani um um eitt náttúrligt lágt mark fyri hvussu mong yvirhøvur kunnu búgva í oyggjunum, mettu at fólkatalið fór at minka heilt niður móti 20000. Men veruleikin er væl, at er trúgvin uppá Guðgivnu gávurnar livandi og hugflogið til annað náttúrligt virksemið, sum aðrar tjóðir ríka seg uppá, til staðar, so er langt upp til evt. mark fyri hvussu mong kunnu búleikast í Føroyum.

Her krevst, ein hugsunnarbroyting. Okur mugu koma úr 48000 tala stagna-tiónini og síggja hvønn nýggjan íbúgva sum gávu, ið kann menna føðilandið.

Vandamiklu og skaðiligu fosturtøkurnar.

Talið av fosturtøkum runt heimin táttar í dag í fimti milliónir árliga. Av hesum verða tær fimmti ( svarandi til gott og væl tveir skúlaflokkar árliga ) framdar í Føroyum. Onkur vil væl siga at tal føringa er lágt, sammett við onnur lond, men tað er eingin umbering, tí 50 fosturtøkur eru 50 fosturtøkur ov nógvar!

Eingin hevur rætt at taka sær vald at avgera hvør skal slepp at liva, hvørki í Føroyum ella aðrastaðir! Øll eiga íborna rættin til lív, ein rætt, sum einki menniskja eigur at kunna gera seg inn á. Vónandi fáa okur í einari komandi føroyskari grundlóg staðfest, at rættur til lív er eisini rættur ófødda barnsins.

Óskiljandi er, at man kann áleggja heisluverkinum, sum dagliga verjir lív, at steðga lívi teirra, sum eru mest sárbar- og sum burdu fingið bestu verjuna í tí, sum eigur at verða heimsins tryggasti bústaður, mórðurlívið .

Rúsdrekkanýtslan- samfelagsskaðiligt peningaoyðsl.

Eitt oyðileggjandi sótt, og ein óneyðug útreiðsla fyri samfelagið, er rúsdrekka-nýtslan. Okur áttu í dag at torað at farið í holt við rúsdrekkanýtsluna, á sama hátt sum onnur tordu at taka bardagan upp við cigarettina. Umframt ta oyði-legging, sum rúsdrekka hevur á heilsu og lív, á familjur, á børn- og okur kun-du hildið á, er talan um misnýtslu av peningi, sum burdi verið rættari brúktur.

Ein minking av rúsdrekkanýtsluni hevði ført við sær ovurhonds sparingar á almannaøkinum, á heilsuøkinum, á arbeiðsmarknaðarøkinum, innan løgregluna- og okur kundu hildi á og nevnt eitt samfelagsøki fyri og annað eftir.

Tað er ein stór gáta, ja so stór, at onkur burdi verið settur at granska, hví politikkarar, embætisverk o.ø. stinga høvdur í sandin og nokta at viðgera hetta sjálvsagda øki, har so nógvir sorgarleikir eru og har so nógvur peningur óneyðuga verður brúktur.

Hjartað má innaftur í føroyskan politikk!

Nakrar dagar í mei hevði Miðflokkurin samrøður við tað, ið eftir var av ABC samgonguni við samstarvi í huga. Ætlan okkara var, m.a. at fáa sett nøkur sosialt røtt fingramerki á førda politikkin. Men tá eg, sum svar uppá spurningar frá fjølmiðlunum, nevndi, at okur m.a. fóru at raðfesta psykiskt sjúk børn og tey mongu sum eru offur fyri sexuellum ágangi, tá hvarv bráddliga allur áhugi fyri samstarv við Miðflokkin.

Hond í hond við einum virknum vinnulívs, fíggjar, uttanríkis, mentannar, skúla og heilsupolitikki má ein og hvør samgonga førða ein sosialpolitikk, sum rættir teimum hond, sum ikki megna at skipa sær og sínum ein gerandisdag í trygd og trivnaði.

Okur í Miðflokkinum hava ferð eftir ferð víst á, at sosialpolitikkurin er farin av kós. Ístaðin fyri at fara við hjálpini hagar, ið tørvur er, verða hesar játtanir í mongum førðum givnar øllum, eisini teimum, hvørs inntøka er so høg, at ongin trupulleiki átti at verið sjálvi at nøkta fíggjarliga tørv sín.

Politikkarin má tora at fara inn og fremja eina umfordeiling, so sosialur stuðul verða veittur teimum, sum veruliga hava tørv. At tora at gera hetta er fortreytin fyri at okur framyvir fara at megna at hava eitt nøktandi vælferðarsamfelag.

At skipa so fyri, at ríkidømið, sum Skaparin hvønn dag vælsignar okun við, verður øllum at gagni, og at tryggja tey, sum av ymiskum orsøkum ikki sjálvi megna lívsins mangan stravna stríð, tað er høvuðsuppgáva okra allra. Og serliga teirra, sum bjóða seg fram at verða politikkarar.