"?? Tú minnist, stutt áðrenn tú vart innlagdur á Ríkishospitalið, at tann føroyska nationalisman sýtti einum reivabarni at verða doypt Victoria, um c´ið ikki varð broytt til k. Málið er nú komið aftur í ljósmála við tað, at løgtingsins umboðsmaður, sum hevur havt málið til ummælis, hevur givið foreldrunum at barninum viðhald: Barnið eigur at fáa navnið Victoria uppkallað eftir abbanum Victor.
Harrin viti, hvussu "teir røttu føroyingarnir", sum í dag ráða fyri borgum, fara at loysa vandamálið, ið er uppstaðið í einari vøggu einastaðni í Føroyum?
Í seinastu viku hevði Pætur skemt og látur burtur úr hesum, sum hann segði, nationalpolitiska máli, ið ráðharrin við slíkum eymum og álvarsligum málum um hendi, hevði avgreitt. Pætur vísti á, at navnið Victoria gongur aftur á so mongum økjum víða um í heiminum, og sum dømi segði hann, at Victoria er persónifikatiónin av sigri. Undir heimsbardaganum 1939-1945 dugdi hvørt mansbarn í tí frælsa heiminum at siga "V for victory". Tvær kendar drotningar og ein krúnprinsessa bóru/bera navnið Victoria. Flaggskipið hjá Nelson, fleiri høvuðsstaðir, serstatur í Australia, áir, oyggjar, vøtn o.a. bera navnið Victoria. Og bragdið, sum nólsoyingurin Ove Joensen framdi við bátinum "Diana Victoria", verður seint gloymt.
Men trúgv mær, í teimum nýggju føroysku skúlabókunum eru øll hesi persóns- og staðarnøvn umdoypt til Viktoria, eina og aleina tí hesi somu "røttu intellektuellu" hava avlívað ABC´ið, sum hvørt mansbarn hevði lært og dugdi sum sítt faðirvár til fyri fáum árum síðani. Tann, ið ikki dugdi sítt ABC, var analfabetur.
Hvussu man Sankta Pætur hava navnaskrásett okkum føroyingar? Hevur hann fingið at vita, at frá ásettum degi hava vit broytt c til s, w til v, z til s o.s.fr.? Um hann ikki hevur fingið hesa fráboðan, kann tað fáa óhepnar avleiðingar í tí ævinliga lívinum hjá teimum, ið vórðu doypt ella á annan hátt fingu navn ávirkað av einum amputeraðum alfabeti.
Hansara humor er viðhvørt í so makabur, og onkur vil halda, at hann er gudsspottari, men er tað nakað, hann ikki er, so er tað spottari, tí so mikið væl kenna vit Pætur.
Hetta er so tað mesta av tí, ið Pætur segði um navnið Victoria, sum eitt lítið barn einastaðni í Føroyum ikki kann fáa uttan við svørðslag. Hann segði eisini, at Knut Hamsun óivað hevur hildið, at Victoria er eitt vakurt navn, tá ið hann á sinni skrivaði kærleikssøguna VICTORIA.
Í durunum steðgaði hann á, vendi sær við og segði, at nú hevur ein fyrrverandi loysingarpolitikari - eg havi satt at siga gloymt navnið á honum - sum ikki eina ferð skrivað villleiðandi um Ríkishospitalið, sum sambært lóg veitur okkum sjúkrahjálp, har okkara sjúkraverk ikki røkkur. Tað vita tit bæði nakað um, men eg skuldi kanska rættleitt mannin, sum annars átti at vitað, at og hvussu landskassin er fíggjaður úr ríkiskassanum viðvíkjandi Ríkishospitalinum og aðrari sjúkrahúshjálp í Danmark. Um lógin verður fylgd, eigur hendan sjúkrahúshjálpin ikki at kosta okkum føroyingum nakað. Og fyri alt tað, hví taka teir ikki sjúkrahúshjálpina úr blokkinum; - handalagið var í lagi, tá ið Onnur almenn hjálp og Serforsorgin varð skorin úr blokkinum fyri skjótt tveimum árum síðani.
Og so fór hann.
Góði Jógvan, farið er um miðunátt
longsul tyngir alt meir smátt um smátt
gávi eg kundi teg nátt
í nátt?"
Kærar heilsanir
frá okkum 5
Kona tín