Brot eru tikin úr bókini um Tom Hagen

- At bókin kann upplivast sum ein byrða fyri Tom Hagen og familju hansara, skilja vit. Tí hava vit við atliti til familjuna tikið burtur nøkur brot, sigur forlagsstjóri í Gyldendal.

 

 

Í gjár skrivaðu vit á In.fo um eina bók, sum í næsta mánaði kemur út um nógv umrødda Hagen-málið í Noregi, har norska kvinnan, Anne-Elisabeth Hagen, hevur verið sporleyst horvin síðan hin 31. oktober í 2018 og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, hevur verið skuldsettur fyri dráp í eitt ár og ein dag.

Tað var nevniliga eitt ár i gjár, síðan løgreglan gjørdi av at skuldseta mannin fyri dráp ella viðvirkan til dráp, og henda skuldseting stendur framvegis við, tó at løgreglan higartil ikki hevur havt nóg góð prógv fyri at fáa mannin varðhaldsfongslaðan.

Á heimasíðuni hjá VG í morgun er grein, har greitt verður frá, at Hagen-familjan nú reagerar upp á ymiskt av tí, sum stendur í bókini, og her verður eisini greitt frá, at forlagið, sum er Gyldendal, hevur gjørt av at taka nøkur brot úr aftur bókini, sum tv2-journalistarnir í Noregi, Magnus Braaten og Kenneth Fossheim, hava skrivað.

Sagt verður, at brotini verða tikin úr bókini aftur eftir áheitan frá drápsskuldsetta, Tom Hagen og familju hansara.

- At bókin kann upplivast sum ein byrða fyri Tom Hagen og familju hansara, skilja vit. Tí hava vit við atliti til familjuna tikið burtur nøkur brot, sigur forlagsstjóri í Gyldendal, Reidar Mide Solberg.

Um smáar tvær vikur kemur bókin - "Lørenskog-mysteriet: Forsvinningssaken som ryster Norge" - út á forlagnum, Gyldendal. 

Sambært forlagnum hava bæði Tom Hagen, familja hansara og advokatarnir fingið høvi at lesa alt handritið til bókina og soleiðis, sum VG skilir, hava bæði Tom Hagen sjálvur og familja hansara reagerað negativt upp á innihaldið. 

- Bæði høvundar og vit sum forlag hava alla tíðina roynt at fingið best møguliga dialogin við partarnar í málinum - eisini við tey, sum eru atfinningarsom um, at bókin kemur út, sigur forlagsstjórin, sum leggur aftrat, at hvørki Tom Hagen ella familja hansara hava viðvirkað til útgávuna.

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sigur við VG, at bæði Tom Hagen og familja hansara eru upptikin av at finna út av, hvat hendi Anne-Elisabeth Hagen, og útgávan av hesi bók førir ikki málið nærri einari loysn.

Í gjár, hin 28. apríl, var júst eitt ár liðið, síðan Tom Hagen varð handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. 11 dagar eftir handtøkuna, varð hann leyslatin aftur, tí rættarskipanin metti ikki, at løgreglan hevur nóg góð prógv ímóti manninum, sum alla tíðina hevur noktað seg sekan. 

Í árinum, sum er gingið síðan handtøkuna, er lítið nýtt komið frá løgregluni um, hvat status er við møguligum nýggjum prógvum, men fyrr í ár segði løgreglan, at málið gongur rættan veg, og at málið nú er nærri einari loysn.

Men, á hvønn hátt hava Gyldendal og høvundarnir til bókina tikið atlit til kanningararbeiðið hjá løgregluni?

- Høvundarnir hava javnan havt samband við løgregluna, eins og teir hava havt fleiri fundir við løgregluna. Løgreglan er eisini sloppin at lesa handritið, nevniiga við tí í huga, at einki er, sum møguliga kann órógva kanningararbeiðið frameftir. Men, løgreglan hevði ongar viðmerkingar til handritið, sigur forlagsstjórin, Reidar Mide Solberg.

Hvørjar etiskar metingar hava tit gjørt tykkum?

- Bókin hevur sett eyka krøv til bæði høvundar og okkum sum forlag, eitt nú tá ræður um málbrúk, hvørji ting skulu við og javnvágina í tilfarinum. Hetta snýr seg um góðan journalistikk, har høvundarnir mugu hava grundarlag fyri at kunna skriva tað, teir gera. Teir hava eisini so vítt, sum tað ber til, víst til keldurnar.

Er tað trupult at geva eina slíka bók út, meðan málið framvegis er í gongd?

- Við atliti til, at hetta er eitt serstakt mál í norskar kriminalsøgu, stóra almenna áhugan, sum málið hevur, at málið hevur kravt rættiliga nógva orku og stórt kanningararbeiði, ger tað viðkomandi st geva bókina út, meðan málið gongur, sigur Reidar Mide Solberg. 

VG veit at siga, at áðrenn bókin kemur út hin 11. mai, er hon seld bæði til Svøríkis og Finnlands. Á sínum netsíðum skrivaði forlagið upprunaliga, at bókin skuldi lýsa áður ókend viðurskifti í málinum, men hetta er sambært VG nú tikið burtur hjá Gyldendal.

- Vit valdu at justera nakað í tekstinum, men tað er framvegis nógv nýtt og higartil ókent tilfar í bókini, sigur Reidar Mide Solberg, forlagsstjóri í Gyldendal. 

##med2##

Høvundarnir, Magnus Braaten og Kenneth Fossheim, sum neyvt hava fylgt Hagen-málinum, vísa á, at øll hava eina meining um skuldarspurningin. 

- Um Tom Hagen er sekur, lumpar hann øll. Um hann er ósekur, hevur hin 71 ára gamli bæði mist konu sína og er órættvíst úthongdur sum drápsmaður. Tað eru eingi alternativ, siga høvundarnir, Magnus Braaten og Kenneth Fossheim.