Lerwick: Føroysku svimjararnir vóru við í teimum flestu finalunum, sum vóru týskvøldið, og tað gjørdist eisini til fleiri heiðursmerki.
Vónirnar vóru hampuligar undan finaluni, hóast tað í onkrum kappingum ikki fór at koma upp á tal, at føroysku svimjararnir fóru at vinna.
Tað gjørdist til eitt føroyskt bronsukvøld í svimjihøllini í Clickimin ítróttardeplinum.
Jutta Thomsen var tann fyrsta at vinna bronsu, og tað var eitt sindur óvæntað, at hon skuldi klára tað. Jutta vann medaljuna í 800 metra frísvimjing.
Elspa Mørkøre vann somuleiðis bronsu, og tað var í 100 metra rygsvimjing.
Stafettirnar triðbest
Seinast á kvøldinum vóru tvær stafettir, og í báðum hesum stafettum fingu føroysku liðini bronsu.
Hjá monnum var talan um fýra ferðir 50 metra frísvimjing, og her var stórur munur millum Jersey og Guernsey og so Føroyar á triðja plássinum.
Beinir Eyðunsson Danielsen, Kristian Olsen, Jákup Øssursson Mohr og
Andrass Thomsen svumu stafettina, og tað gjørdu teir í tíðini 1:39,66.
Vónirnar til kvinnustafettina í fýra ferðir blandaðari svimjing vóru góðar, og eisini her gjørdist tað til eitt bronsumerki, hóast svimjararnir vónaðu, at tað kundi blivið enn betur.
Shaila millum Garðarnar, Elspa Mørkøre, Karina Petersen og Nathalia Reinhardt svumu í tiðini 2:05,29, og tað var eitt vet verri enn Isle of Wight og Jersey.










