Bronsu og silvurvinnarar hittast í Gøtu

Dysturin millum felagsliðini bæði, bronsuvinnarnar, Víking og silvurvinnarnar, EB/Streym byrjar í Sarpugerði klokkan 18 í kvøld.

 

Seinast liðini hittust í Sarpugerði tann 19. september í fjør vann Víkingur 3-0, fyrr á árinum vann EB/Streymur 2-0 á Víkingi í Sarpugerði.

 

Víkingur hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið við 7 stigum í trimum dystum. EB/Streymur hevur havt eina misjavna byrjan við 4 stigum í trimum dystum, men seinast bragdaði, tá EB/Streymur á heimavølli vann 2-0 á FC Suðuroy.

 

Dagfinn Olsen verður dómari. Hjálpardómarar verða Regin Egholm og Edvard Højgaard .