Klokkan 15 verður tað grannauppgerð í Gøtu, har Víkingur fær vitjan av NSÍ. Merkisvert er tað, at liðini fyri aðru ferð í ár hittast í Gøtu, uttan at tey hava spælt ímóti hvørjum øðrum í Runavík. Tað kemst av, at dysturin í 16. umfari, sum var ólavsøkuumfarið, varð útsettur. Tað komst av, at Víkingur tá var upptikin av europeisku luttøkuni. Uppgerðin við Løkin millum NSÍ og Víking verður mikukvøldið 17. september.
Úrslitið í dag og um hálva fjórðu viku fer at hava alstóran týdning fyri, um hesi bæði liðini næsta summar skulu luttaka í europeisku kappingini.
Tá ið NSÍ vitjaði í Sarpugerði 9. mai, tá ið 8. umfar var á skránni, vann Víkingur sannførandi 3-0 sigur.
NSÍ hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið fulla úrtøku. Sigrarnir eru vunnir ímóti B68 og Skála. Tað er framvegis ikki eydnast at sleppa úr skugganum av, at tað higartil í ár ikki er eydnast at vinna ímóti øðrum enn teimum trimum niðastu, sum NSÍ hevur vunnið fult ímóti.
Í dag eigur NSÍ nýggjan møguleika at boyggja eitt av fremru liðunum. Fimm tær seinastu ferðirnar í landskappingini hevur Víkingur verið partur av javnleikum.
Mikukvøldið ímóti KÍ var tað stórur saknur í sentralu miðvallarunum Hallur Hansson og Hans Jørgen Djurhuus, sum vóru leikbannaðir. Nú eru teir tøkir aftur.
Hjá NSÍ er Christian Høgni Jacobsen skaðadarvaður.










