Bronsan er í eygsjón

Felags fyri NSÍ og B36 er, at tað síðstu vikurnar hevur gingið væl

Felags fyri B36 og NSÍ er, at tey seinastu árini oftast hava verið við til at umboða føroyskan fótbólt í europeisku kappingunum. Felags fyri bæði liðini er eisini, at tey framvegis hava møguleika at røkka bronsuplássinum, hóast gongdin fyrr í ár ikki altíð var so sannførandi. Møguleikin er ikki minni, eftir at EB/Streymur í gjár ikki megnaði at vinna fulla úrtøku í Klaksvík.

Ídag hittast NSÍ og B36 við Løkin í Runavík. Tá ið tey dystaðust á sama stað í 5. umfari vannn NSÍ 1-0, og tá ið tey 22. juni hittust í Gundadali vann B36 3-1.

B36 er á fjórða plássi við 37 stigum, og NSÍ er á fimta plássi við 36 stigum.

Hjá B36 er vongverjin í vinstru Símun Joensen framvegis plágaður av skaða í stórutá. Lukasz Cieslewicz sá gult fyri fimtu ferð í ár, tá ið B36 síðsta fríggjakvøld vann 2-1 á KÍ í Gundadali. Tískil er hann leikbannaður hesa ferð.

Hjá NSÍ er miðvallarin Karl Løkin leikbannaður. Tá ið NSÍ síðsta sunnudag vann sannførandi 5-1 sigur á útivølli ímóti TB, sá Karl gula kortið fyri fimtu ferð, og tað ber leikbann við sær.

 NSÍ-B36: Páll Augustinussen í dag klokkan 15.00.