Bronsan er heilt nær

Kvinnurnar hjá StÍF tóku enn eitt fet móti bronsuni, tá tær vunnu trygt á botnliðinum

Kvinnuhondbóltur

Eins og hjá monnunum, so hava kvinnurnar hjá Tjaldri ikki tað stóra at spæla fyri, nú landskappingin av álvara er farin at halla. Gjøgnum alt árið hevur liðið staðið mest sum fast á botnsessinum, og mikukvøldið tóktist greitt, at leikararnir nú als ikki hugsa um frammanfyristandandi uppgávurnar.
Eftir eina heldur spaka byrjan, var heilt skjótt, at strandakvinnurnar løgdu sjógv niður til mótstøðuna, og so var tað fyri tað mesta einvegis ferðsla. Serliga tær báðar útlendsku hjá StÍF gjørdu nógv um seg, men tá Tjaldur so fór undir mansverju av hesum, gjørdist støðan bara enn verri. Hetta gav í øllum førum ríkiligt pláss til hinar leikararnar hjá StÍF, og ferð eftir ferð kundu tær mest sum renna beint ígjøgnum Tjaldurverjuna, har rumenski málverjin ikki fekk gjørt stórvegis fyri at bjarga einum sømiligum úrsliti heim.
Og sigurin førdi StÍF heilt nær bronsuni. Kanska var tað ikki heilt eftir teirra høvdi, at Stjørnan skuldi fáa bæði stigini við sær úr Vestmanna, men enn kann StÍF gera alt av sjálvar. Tær eiga heimadyst móti Neistanum, áðrenn tær vitja í Vestmanna, og samanlagt átti hetta at givið betri møguleikar fyri stigum, enn einsamalli dysturin í Vági, sum Stjørnan hevur tilgóðar.
Eins og hjá monnunum var heldur ikki gjørligt at fáa dystarhagtølini hjá kvinnunum, áðrenn blaðið fór til prentingar.