Bronsa til mansstafettini

Eisini føroysku menninir høvdu svumu seg í finaluna í 4x100 metra blandað svimjing á Oyggjaleikunum á Rhodos, og eisini teir megnaðu at koma á sigurskammilin.

 

Teir endaðu á einum triðja plássi aftanfyri Jersey og Guernsey í tíðini 4.00.38.

 

Svimjararnir, sum mannaðu føroyska liðið í finaluni, vóru Kári J. á Høvdanum, Beinir E. Danielsen, Pál Joensen og Kristian Olsen.