Tað vísti seg at vera svart óhapp hjá føroyska judolandsliðnum, at teir longu í fyrsta umfarinum rendu seg í álendska liðið.
Áland vísti seg nevnliga sum sterkasta liðið í kappingini, og tað var í fyrsta dystinum, at teir fingu størstu mótstøðuna.
Ístaðin máttu føroyingarnir so taka til takkar við at berjast um bronsuna, og hetta gekk upp á stás.
Bæði móti Gibraltar og Guernsey vunnu Føroyar við fullum stigatali, altso 7-0, og tað var ein tjúkk strika undir veruleikan, at Føroyar altso áttu næst sterkasta liðið á leikunum. Men í úrslitalistanum, sum jú verður standandi sum sannleikin, vóru okkara triðbestir.










