Svimjing
Seinastu kappingarnar hjá Heidi Andreasen vórðu á skránni fríggja- og sunnudagin, og her eydnaðist eiðirsgentuni at vinna sær eitt bronsumerki.
Hetta kom til høldar fríggjakvøldið, tá hon gjørdist nummar trý í kappingini, 400 metra frá. Undan finaluni hevði Heidi næst bestu tíðina av finaluluttakarunum, men sæð burtur frá Jessica Long úr USA, sum var langt fremst, so var talan um sera tættar tíðir hjá hinum luttakarnum.
Og hesaferð eydnaðist so Heidi at halda seg innan heiðursmerkjarøðini. Heidi hevði tíðina 5.26,29, sum var væl betri enn fjórða plássið. Jessica Long hevði tíðina 5.07.88.
Seinasta kappingin hjá Heidi var so fríggjadagin, tá hon gjørdist nummar fýra í 50 metra firvaldssvimjing.
Hóast úrtøkan í heiðursmerkjum sostatt ikki stóð mát við alt skreytið, sum hon fyri fýra árum síðani hevði við sær, so er einki at ivast í, at Heidi sjálv er framúr væl nøgd um avrikið.
Støðið í ymsu kappingargreinunum er hækkað sera nógv hesi seinastu fýra árini, og bara tað, at hon framhaldandi megnar at vera við millum tær fremstu, er ein stórur sigur fyri Heidi.
Hetta kom eisini greitt til sjóndar, tá hon fríggjakvøldið var at hoyra í Útvarpinum.
- Eg eri heilt ótrúliga vælnøgd, tí eg hevði ikki væntað mær nakað. Vit síggja, hvussu støðið er blivið ótrúliga høgt. Her eru so ótrúliga nógvar gentur, ið svimja bara so skjótt, segði føroysku bronsuvinnarin.